FarPay søkir eftir kundaráðgeva til Support & Onboarding
Kundi tú hugsa tær eitt starv, har tú kanst seta títt fingramerki á og verða við til at ávirka eina fyritøku í stórum vøkstri? So er tað tær, vit leita eftir!
FarPay veitir integratiónsloysnir millum bókhaldsskipanir og gjaldsloysnir, so tað er lætt at gjalda rokningar, at stovna sjálvvirkandi gjaldingar og hjá fyritøkum og feløgum at umsita bókhaldi.
FarPay er vaksi nógv seinastu árini, bæði í Føroyum og uttanlands, og merkir hetta at vit hava tørv á fleiri starvsfólkum til Support & Onboarding.
Sum liður í vakstrarætlanini hjá FarPay, hava vit tørv á einum kundaráðgeva til Support & Onboarding.
Um starvið
Tú verður andlit, rødd og persónligheit yvirfyri kundum okkara, og verður við til at menna Support & Onboarding, so tað støðugt verður ment og tillaga, so hvørt okkara tænasta víðkast.
Sum ein partur av Support & Onboarding hjá FarPay, fær tú ein lyklaleiklut, har tú í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar, gongur á odda fyri einari fyrstafloks tænastuveiting, og harumframt hevur góðar møguleikar at forma Support & Onboarding hjá FarPay.
Tú verður talsfólk fyri okkara kundar, og hevur tískil ein sera týdningarmiklan leiklut í at bera teirra tørv víðari til menningar-, sølu- og marknaðartoymini.
Starvsuppgávur:
- Hjálpa nýggjum og núverandi kundum við support og onboarding, í tøttum samstarvi við sølutoymið í Danmark.
- Tú verður ein týðandi partur av Support & Onboarding, kemur at samskifta við aðrar deildir, og tryggja at kundin altíð er í fokus og fær eina góða tænastu.
- Tú kemur at sparra og samstarva við marknaðartoymið, og verða við til at bøta um nýtsluna av ymsum innanhýsis skipanum.
- Telefonmóttøka bæði fyri FarPay í Føroyum og í Danmark.
- Svara kundum á teimum samskiftisamboðunum FarPay brúkar.
- Verða við til at gera og bøta um mannagongdir, vegleiðingar og nýtslu av teimum skipanum, vit menna og brúka.
Vit vænta, at tú:
- Leggur stóran dent á fyrstafloks kundauppliving og hvat er best fyri kundan.
- Hevur viðkomandi útbúgving ella starvsroyndir innan tænastuveitan.
- Tosar og skrivar føroyskt og danskt á høgum støði.
- Kann samskifta bæði munnliga og skrivliga á enskum.
- Hevur góðar samskiftis- og samstarvseginleikar.
- Hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir og loysnir.
- Royndir frá arbeiði við kundatænastu, grundleggjandi vitan um bókhald og innlit í gjaldsskipanir er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Vit bjóða
Tú fær møguleika fyri at seta títt fingramerki á, og hava ein týðandi leiklut í einari altjóða fyritøku, sum er í vøkstri, umframt at menna teg bæði persónliga og fakliga.
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni hjá FarPay á Skansavegi 1, mitt í Tórshavn.
Umsókn
Umsókn, prógv og lívsrensl (CV) skulu sendast til sasa@farpay.dk og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. apríl 2022 kl. 12.00.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sámal Samuelsen, stjóra, á telefon
+45 7199 3338 ella t-post sasa@farpay.dk.
Um FarPay
FarPay er ein føroysk fintech-fyritøka, ið veitir integratiónstænastur til fyritøkur og feløg, so arbeiðsgongdir millum bókhaldsskipanir og gjaldsloysnir gerast sjálvvirkandi.
FarPay hevur 1.000 kundar í Føroyum, Danmark, Grønlandi og skjótt eisini kundar í øðrum londum. Í 2021 sendi FarPay fleiri enn 10 mió. fakturar vegna okkara kundar.
FarPay hevur skrivstovur í Tórshavn og Keypmannahavn og størsti parturin av virkseminum er fyri kundar uttanfyri Føroyar. FarPay bleiv kosin “Ársins íverksetari” í 2019 og “Børsen Gazelle” í 2021.