KT-mennari til FarPay

FarPay veitir eina framkomna gjaldstænastu til fyritøkur og feløg í Føroyum, Danmark, Grønlandi, og skjótt eisini í øðrum londum. Nærum 1.000 fyritøkur nýta FarPay til at handfara fakturar og gjøld. Seinasta ár sendi FarPay fleiri enn 10 mió. fakturar vegna okkara kundar.

Virksemið hjá FarPay heldur fram við at økjast, serstakliga á útlendska marknaðinum. Tískil hava vit tørv á fleiri starvsfeløgum, bæði í Føroyum og Danmark.

FarPay sóknast tí eftir einum dugnaligum, nærlagdum og eldhugaðum KT-mennara, sum í tøttum samstarvi við góðum starvsfelagum, verður við til at menna og viðlíkahalda FarPay loysnina.

Um starvið/arbeiðsuppgávur

Sum KT-mennari hjá FarPay, verður tú við til at menna tað bestu loysnina á marknaðinum innan gjaldingar til bókhaldsskipanir.

FarPay skipanin nýtir nýggjastu tøkni frá Microsoft, og verður hýst í Microsoft Azure umhvørvinum. Dátamongdirnar eru stórar, og krøvini eru sera høg til skalering og uppitíð.

Tú fært stundir til at fordjúpa teg í at menna FarPay loysnina, ið hevur milliónir av brúkarum. Vit leggja stóran dent á brúkaraupplivingina, soleiðis at skipanin er løtt at nýta og er ein fragd fyri eyga.

FarPay selur eina standard tænastu og ikki menningartímar. Hetta merkir, at tú sleppur undan at skráseta tímar, og ístaðin kann leggja dagin til rættis saman við góðum starvsfelagum. Vit fremja regluliga størri menningar verkætlanir, eins og vit eisini arbeiða við at loysa dagligar avbjóðingar.

Vit hava sera góðar og stásiligar umstøður á Skansavegi í Tórshavn, við útsýni yvir Tinganes og Havnarvág. Eisini er møguligt at arbeiða heima, um tað er neyðugt.

Rætti umsøkjarin verður ein lyklapersónur, sum við tíðini fær ábyrgd og ávirkan á starvsøkið, og kann verða við til at seta kósina fyri framtíðar loysnir.

Starvið verður lønt eftir avtalu millum partarnar.

Førleikakrøv

Tú hevur eina viðkomandi KT-útbúgving og royndir sum backend mennari í C# og MSSQL.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við frontend menning við t.d. JavaScript (Angular, Knockout, Vue, AJAX, jQuery), HTML og CSS, umframt at tú hevur grundleggjandi skil fyri bókhaldi og innlit í hvussu gjaldsskipanir virka.

Hevur tú eisini royndir við Microsoft Azure og tilhoyrandi batch, functions, api og webapp, umframt handfaring av databasum við skalering og sharding, so kanst tú rokna við at fáa sera spennandi, mennandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávur.

Tað er umráðandi, at tú sum persónur ert fyrikomandi, hevur lætt við at samskifta, og ert forvitin eftir at finna loysnir.

Umsókn

Umsókn, prógv og lívsrensl (cv) skulu sendast til sasa@farpay.dk, og verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. juli 2021, kl. 12.00. 

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

  • Sámal Samuelsen, stjóra
  • Tlf.: +45 7199 3338

Um FarPay

FarPay er ein føroysk fintech-fyritøka, ið veitir integratiónstænastur til fyritøkur og feløg, so arbeiðsgongdir millum bókhaldsskipanir og gjaldsloysnir gerast sjálvvirkandi.

FarPay hevur skrivstovur í Tórshavn og Keypmannahavn, og størsti parturin av okkara virksemi og vøkstri er uttanfyri Føroyar. FarPay bleiv kosin ársins íverkseti í Føroyum í 2019, og fekk Børsen Gazelle prísin í Danmark í 2021.